Tað var hin 26. oktober í fjør, at Tvøroyrar býráð samtykti at seta eitt øki av til hundar.
Økið liggur við Stórá í Trongisvági, og ætlanin er, at her skulu hundaeigarar frítt kunna sleppa sínum hundum leysum.
- Hundarnir verða sleptir leysir undir skipaðum viðurskiftum, sum tey siga í Tvøroyrar kommunu.
Tað er lokala fyritøkan, Sp/f í Heygunum við Birgiri Strøm Rasmussen, sum hevur staðið fyri at stika økið inni og at gera brýr tvørtur um størru veitirnar.
Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at økið er umleið 2500 fermetrar og liggur beint við ítróttardepilin við Stórá og Áargøtu.
- Í næstum verða ruskspannir og skeltir sett upp, og eftir ætlan verður økið tikið alment í nýtslu í Umhvørvisvikuni á Tvøroyri.
- Umhvørvisvikan verður í døgunum, 29. apríl til 5. mai, verður lagt aftrat.