Húsarhald velja heldur sethúsalán frá bankunum

Útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroyingar eru minkaði hetta seinasta árið, meðan útlánsvøksturin til húsarhald er øktur hjá føroysku bankunum.

Útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroyingar eru minkaði við góðum 100 mió. kr. hetta seinasta árið; í mars 2022 vóru tey 3,9 mia. kr. tilsamans og í mars 2023 vóru tey 3,8 mia. kr. Samstundis er útlánini frá føroysku bankunum til húsarhald vaksin við góðum 700 mió. kr., frá at vera 8,9 mia. kr. í mars 2022 til 9,6 mia. kr. í mars 2023.

 

Ein orsøk kann vera, at føroysku húsarhaldini velja føroysk bústaðarlán framum donsk realkredittlán, nú ið rentan á fastrentaðum realkredittlánum er økt nógv í 2022. Útlánsvøksturin var 7,1% hjá føroysku bankunum til húsarhaldini í mars 2023 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal í mun til sama tíðarskeið árið fyri.   

 

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2023 her.