Ung í dag hava trupulleikar við at flyta heimanífrá. Vit mugu hava fleiri lestrarbústaðir og ungdómsbústaðir til leigu, so tey ungu hava møguleika fyri at flyta heimanífrá, tá tey ynskja tað.
Bæði teir privatu og almennu leigubústaðirnir eru ov dýrir hjá teimum ungu, sum eru í læru ella lesandi. Tað eigur ikki vera soleiðis, at tað er neyðugt at hava ein maka ella eitt vinfólk at flyta saman við, fyri at hava ráð til húsaleiguna.
Tað verður arbeitt nógv við at fáa tey ungu at fara undir hægri lestur í Føroyum, men nógv hava ikki hug til at verða búgvandi heima hjá foreldrunum undir lestri. Tey vilja skapa sítt egna lív. Tí velja nógv at fara til Danmarkar at lesa, til at byrja eitt nýtt kapitul í lívinum. Har er møguligt at fáa ein sømuligan prís fyri bústað.
Danmark hevur ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum vit í Føroyum kundu lært nógv av. Har hava tey ungu møguleika fyri bæði at leiga sær eina lestraríbúð ella eina ungdómsíbúð. Sostatt er ikki neyðugt hjá ungum at seta seg í botnleysa bústaðarskuld, hvørki áðrenn, undir eller beint eftir loknan lestnað.
Nógv, sum hava lisið í Danmark, hava trupulleikar við at flyta heim aftur. Tað eru færri og dýrari bústaðarmøguleikar í Føroyum. Dýr hús og íbúðir til keyps, dýrar privatar og almennar leiguíbúðir, og hvørki leigubýlisstuðul ella lutaíbúðir.
Tað er alneyðugt, at okkara almennu leigubústaðir verða bygdir uttan avkastkrav, so lág- og miðallønt hava ráð til at leiga og liva. Harumframt er neyðugt, at vit sum skjótast seta í verk eina leigubýlisstuðulsskipan. Tey sum ikki hava ráð til at keypa sær ein dýran bústað eiga hava atgongd til lutabústaðir, sum kunnu vera eitt bíligari alternativ til eigarabústaðir. Her kundi tað almenna eisini hjálpt til við at fingið lutabústaðir bygdar.
Hetta, at føroysk ung hava trupult við at koma heim aftur og búseta seg í Føroyum, er og verður ein ovurstórur samfelagstrupulleiki. Vit hava, og koma at hava, stóran tørv á bæði arbeiðsmegi og skattakrónum til at fáa samfelagshjólini at mala. Á eldraøkinum koma vit at verða alsamt fleiri, og til tað er tørvur á ungum kreftum at taka sær av teimum avbjóðingunum, sum hetta viðførir innan eldrarøkt, osfr.
Fleiri av teimum eldru hava eisini tørv á at flyta út úr sínum ofta stóru sethúsum, og tí er eisini tørvur á fleiri bústaðarmøguleikum til tey; eisini so at tey ungu, sum stovna familju, kunnu flyta inn í teirra hús, um tey ynskja tað.
Fleiri eldri eftirlýsa møguleika fyri at flyta inn í eina eigaraíbúð, leiguíbúð, ella eina lutaíbúð. Her droyma alsamt fleiri eisini um at kunna búgva í einum búfelagsskapi saman við øðrum.
Ein íløga í fjølbroyttari bústaðarmøguleikar til allar samfelagsbólkar er ein átroðkandi og alneyðug samfelagsíløga í eitt samhaldsfast vælferðarsamfelag anno 2022. Vit hava tørv á at endurskoða okkara bústaðarpolitikk, so hann avspeglar bústaðaravbjóðingarnar hjá okkum í dag og framyvir. Hesum fari eg at virka fyri.
X við Miliu Egilsnes Anda