Alneyðugt er at samskipa tiltøk og menna undirvísingatilfar, so øll orðblind børn í Føroyum fáa somu møguleikar og kunnu rúmast í øllum lærugreinum, óansæð, hvar tey ganga í skúla.
At vera orðblindur verður ofta umrøtt sum eitt ósjónligt brekt, sum ov nógv gjøgnum tíðir hava drigist við einsamøll. Tíbetur er nógv broytt tey síðstu árini, takkað verið millum annað áhugafelagskapinum “Felagið fyri lesi- og skriviveik”, har eldhugaðar sálir hava skapt umrøðu og tilboð til næmingar, sum stríðast við orðblindni.
Orðblindni kann hava stórar avleiðingar fyri eitt menniskja. Tað at byrja sína skúlagongd við ikki at megna eina av høvuðsuppgávunum – at læra at lesa – er ein stórur ósigur at uppliva tíðliga í lívinum. Okkara fólkaskúli er soleiðis innrættaður, at fyrst lærir tú at lesa, síðani lesur tú fyri at læra. Sostatt er lesingin grunnurin fyri øllum øðrum sum ein lærir har. So hvat ger man, um lesingin er ein avbjóðing, sum tað er hjá millum 5-10% av øllum fólkaskúlanæmingum? Sjálvt støddfrøðibøkur innihalda nógvan tekst longu frá 2. flokki.
Frá 2015 hava allir næmingar í fólkaskúlanum verið kannaðir í 3.flokki fyri orðblindni og millum 2010-2020 vóru fleiri lógir dagførdar og leiðbeiningar gjørdar, soleiðis at orðblind blívu betur javnstillað við aðrar næmingar í fólkaskúlanum. Eitt nú við tøkniligum amboðum og longdari próvtøkutíð.Í 2019 kom kunngerð um førleikastovur í fólkaskúlanum og har stendur, at tað er uppgávan hjá orðblindalæraranum at útvega tilfar, fyrireika og førleikamenna undirvísingini hjá orðblindum í fólkaskúlanum.
Øll hesi tiltøkini hava verið neyðug og verið við til at flyta undirvísing fyri næmingar við orðblindni rættan veg – men her er enn pláss fyri batum. Tað er ein rúgvumikil uppgáva at útvega og tillaga serligt undirvísingatilfar, og í løtuni liggur uppgávan á hvørjum einstøkum orðblindalærara og skúla. Tað kann tí vera ymiskt, hvørja hjálp og tiltøk ein orðblindur næmingur fær bjóðað, av tí at tað er upp til hvønn einstaka skúla, førleikastovu og orðblindalærara at skipa hetta.
At læra at lesa er nógv vert, og ilt er at fóta sær í dagsins samfelag uttan hendan førleikan – men tað er ikki bert sjálvsvirðið og skúlagleðina hjá børnum, sum verður ávirkað um børnini uppliva fleiri niðurløg enn sigrar. Tískil er alneyðugt at samskipa tiltøk og menna undirvísingatilfar, so øll orðblind børn í Føroyum fáa somu møguleikar og kunnu rúmast í øllum lærugreinum, óansæð, hvar tey ganga í skúla.
At menna serligt føroyskt undirvísingartilfar til orðblind kann jú bert gerast í Føroyum og hetta er eitt alneyðugt átak sum okkara politiska skipan eigur at skipa fyri.
Sum títt val, fari eg at arbeiða fyri at hesi tiltøk verða sett í verk, og onnur, sum bøta um umstøðurnar hjá næmingum við orðblindni.
Helga Bára Mohr Vang,
valevni fyri Javnaðarflokkin