Hyundai mest seldi bilur í ár

Og Toyota var mest seldi bilur í maimánaði

Seinastu hagtølini frá Akstovuni um bilasøluna bendir á, at bilasølan er við at koma aftur á sama støði, sum hon var í fjør. Hon hevur verið í lutfalsliga stórari minking ársins fyrstu mánaðir, men í mai minkaði hon »bara« sløk fýra prosent í mun til nógv størri afturgongd teir fyrru mánaðirnar.

Higartil í ár er tað tó bilmerkið Hyundai, sum liggur á odda við flest seldum bilum, 123 í tali. Næstur eru Renault við 121 og síðani Toyota við 112.

Í hagtølunum hjá Akstovuni sæst eisini, at Toyota er mest seldi bilur í mai við 50 í tali. Tað merkir so, at hinar fýra mánaðirnar eru seldir til samans 62 bilar av slagnum Toyota.

Topp 10 listin hjá Akstovuni yvir mest seldu bilar ársins fyrstu fimm mánaðir sær soleiðis út:

HYUNDAI 123

RENAULT 121

TOYOTA 112

VOLKSWAGEN 107

FORD 94

SUZUKI 68

NISSAN 64

MERCEDES-BENZ 49

VOLVO 37

KIA 36

 

Listin við mest seldu bilum í mai mánaði sær soleiðis út:

TOYOTA 50

NISSAN 47

FORD 44

VOLKSWAGEN 35

SUZUKI 34

HYUNDAI 17

VOLVO 16

MERCEDES-BENZ 14

RENAULT 12

BRENDERUP 6