Í Europa er alt broytt – men høvdið á Vestergaard er hitt sama

Russiska einaræðið er eingin vandi fyri Føroyar. Tað eru okkara demokratisku grannar, vit skulu ræðast, heldur Jacob Vestergaard

”Trygdarpolitiska støðan viðvíkjandi Føroyum er tann sama sum áðrenn februar 2022, og tað er enn einki sum týður uppá at “tað fantastiska tíðarskeiði” ikki kann halda áfram, tíbetur.”

 

Soleiðis skrivar Jacob Vestergaard í eini viðmerking til mín í dag. Hann sipar til tað, eg havi sagt um, at tað ”fantastiska tíðarskiði” við friði og trygd í Europa endaði við álopinum á Ukraina í fjør.

 

Men hann er ósamdur. At Russland er farið í eitt totalt álopskríggj móti einum grannalandi, at opið kríggj er í Europa, at fleiri býir og hundraðtals bygdir eru sorað sundur, at milliónir eru rikin frá húsi og heimi – ja, tað ávirkar ikki á nakran hátt okkara trygdarpolitisku støðu, heldur hann.

 

 

 

Sama støða í fleiri ár

 

Eitt má mann geva Jacobi Vestergaard: Hann er ein maður, ið ikki broytir meining. Og tað er uttan mun til, hvussu umstøðurnar broytast.

 

6. oktober 2020 segði hann soleiðis av tingsins røðarapalli: ”Tað er hugstoytt at hoyra, at mann skal verja Føroyar móti Russlandi. Og so skal tað vera ágangur móti Føroyum tí nøkur russisk flogfør hava verið í føroyskum loftrúmi. Eg kundi ikki skitið meira á tað fyri at brúka eitt ljótt orð. Um teir so vóru her hvønn dag.”

 

Hetta segði hann í sambandi við málið um NATO-radaran, sum ætlanin var at seta upp – m.a. orsakað av, at russisk flogfør sera ofta ólógliga høvdu otað seg inn í bretskt loftrúm – gjøgnum føroyskt loftrúm. Endin var eisini, at Jacob og Fólkaflokkurin stemmaðu ímóti, at hetta eygað bleiv sett upp í Føroyum.

 

8. februar 2022, tá 100.000 russiskir hermenn stóðu klárir at leypa á Ukraina og allir heimurin helt ondini, skuldi mann kanska trúð, at hann hevði justerað sína hugsan. Men so var ikki. Tann dagin segði hann soleiðis í útvarpinum: ”Vit skulu ikki býta heimin upp í vinir og fíggindar. Tað hava vit slett onga grund til.” “Eg havi funnist at, at vit skýra russar sum okkara fíggindar. Eg haldi at tað er pátikið frá donskum politikarum, tí teir mála russar sum fíggindar hvønn evig einasta dag. Russar hava ikki verið okkara fíggindar.”

 

Hann greiddi eisini frá, at hann ofta hevði tosað við russar, og tóktist byggja sínar uttanríkispolitisku greininar á hesar samrøður.

 

Tann 24. februar leyp Russland so á Ukraina. Men sjálvt tá segði hann, at Føroyar ikki áttu at velja síðu millum NATO og Russland. Og um okkara skyldur sum land segði hann soleiðis: “Ordiligar skyldur í heimssamfelagnum hava vit ikki, fyrrenn vit eru ein sjálvstøðug tjóð, lat tað vera sligið heilt fast.”  

 

Nú hevur Putin skjótt bumbað í Ukraina í hálvtannað ár. Milliónir eru rikin frá húsi og heimi, og nøkur teirra síggjast eisini í Føroyum.

 

Heimurin er broyttur. Men sum dagsins heilsan frá Jacob Vestergaard sýnir, so er hansara høvd tað sama. Har er einki broytt.  

 

 

 

Demokratiini eru vandin

 

Øll lond um okkara leiðir hava stongt sínar havnir fyri russiskum skipum uttan Norra, sum eigur og umsitur Barentshavið saman við Russlandi. Men russisku skipini í Norra eru kortini undir sera strongum eftirliti, og hava als ikki somu rættindi, sum tey hava í Føroyum.

 

Hóast hesi skip frá degi til dags kunnu gerast partur av russisku hermegini, so heldur Jacob føroysku serstøðuna verða heilt í lagi. Putinsa Russland sær hann ikki sum nakran vanda yvirhøvur.

 

Nei, vandin er ein annar! Vandin fyri Føroyar er vesturlendsku demokratiini!

 

Fylgja vit hesum londum, kunnu vit gerast ”politisk kanónføði hjá teimum”, skrivar hann.  

 

Altso: Stóra diktaturið fyri eystan er einki at ræðast. Tað eru okkara demokratisku grannalond, sum vit skulu varða okkum fyri. Heldur altso Fólkafloksins talsmaður í uttanríkismálum.

 

Spurningurin er, um tað er heimsfatanina hjá Jacob Vestergaard, vit skulu byggja okkara politikk á.

 

Tí vil eg staðiliga ávara ímóti.