ÍBV tapti eisini 3. finaluna - Valur er íslandsmeistari

Liðið hjá Ingibjørg Olsen vann onga finalu móti Vali

Ingibjørg Olsen kann hyggja aftur á eitt minniligt kappingarár við ÍBV. Tað gjørdist gull í steypakappingini og silvur í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

ÍBV tapti eisini triðju finaluna móti Vali á heimavølli úti í Heimey í dag. Í dag gjørdist tað aftaná ein javnan og spennandi dyst ein 25-23 (13-12) sigur til Val.

 

Valur vann i stórum stíli samanlagt 3-0 í finalunum, og hevur havt eina góða heimferð úr oyggjunum og aftur til Reykjavíkar.