ILA-virus í aliringum hjá Bakkafrosti

ILA-virus er staðfest í tveimum aliringum í Vági. Tilbúgvingin at forða fyri smittuspjaðing er sett í verk

Bakkafrost boðar í kvøld frá, at ILA-virus er staðfest í tveimum aliringum hjá Bakkafrost í Vági (aliøki A-19). Í alt eru umleið 1 millión fiskar í aliøkinum við eini miðalvekt á 2,6 kilo.

 

– ILA-tilbúgvingin er alt fyri eitt sett í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing. Sambært galdandi kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA verða ringarnir, har ILA er staðfest, tiknir sum skjótast og í seinasta lagi 14 dagar seinni. Restina av fiskinum á aliøkinum skal takast í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at ILA er staðfest, sigur Bakkafrost.

 

Framskundaða tøkan fer væntandi at minka um samlaðu tøkuna hjá Bakkafrost fyri 2024 við 2.000-3.000 tonsum.