Tað sigur Jón Sigurðsson, stjóri í ArtiCon, sum ger verkætlanina við innkomuvegnum av Hvítanesi út í Marknagil, sum umfatar sjálvan innkomuvegin, íbindingarvegir til oman Gil, Flatarvegin og Sundsvegin eins og Húsareynstunnilin og omankoyringina í Marknagil.
Upprunaliga var ætlanin, at verkætlanin skuldi vera liðug 1. november, sum var 12 dagar fyri kommunuvalið.
Jón Sigurðsson sigur, at ein partur av verkætlanini skuldi verða liðugur 1. november og ein annar partur 1. juli.
– Tað gav ikki so nógva meining at lata ein part av vegastrekkinum upp, tí samdust vit um, at øll verkætlanin skal vera liðug í apríl, sigur hann. Júst nær í apríl tað verður, er ikki greitt enn.
Men sum vit skrivaðu her á síðuni fyrr í dag, so verða fyrstu dystirnir í høllini við Tjarnir vikuskiftið 21. til 23. februar. Men tá verður koyrandi til høllina bæði av Hvítanesi og frá íbindingarvegnum oman Gil í Hoyvík, sigur Jón Sigurðsson.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##