Integratión – vit skulu gera tað, sum skal til

Neyðugt er at gera meira við integratiónina í Føroyum. Væl yvir 2000 fólk úr øllum heiminum hava gjørt Føroyar til sítt nýggja heimland, og vit skulu taka væl ímóti teimum. Hetta krevur, at vit arbeiða á fleiri økjum.

 

Integratiónslógin hevur verið ávegis í nógv ár, og nú skal hon setast í gildi. Men lógin skal ikki vera einvegis harraboð til teirra, ið hava valt Føroyar sum sítt nýggja heimland. Hetta hava fleiri gjørt vart við í hoyringsskrivi, og hetta skal takast við í endaliga arbeiðið við integratiónslógini.  

 

Fólk um alt landið skulu hava møguleika at fylgja undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Skeiðstilboðini skulu vera fleksibul, og tað skal vera gjørligt at fáa lestrarstuðul á skeiðum í føroyskum sum annaðmál. Eisini skulu arbeiðsgevarar taka teirra part av ábyrgdini.   

 

Tilflytarar skulu hava betri atgongd til arbeiðsmarknaðin, sum svarar til teirra førleikar og útbúgvingar. Vit skulu hava eina smidligari skipan fyri at fáa greiðu á, hvussu tilflytarar kunnu brúka teirra útbúgvingar í nýggja heimlandinum.

 

Vit skulu taka væl ímóti børnunum úr fremmandum londum. Hetta krevur betri umstøður fyri námsfrøðingar og lærarar á dagstovnum, í frítíðarskúlum og í skúlum. Eisini skal eitt arbeiði gerast fyri at børnini gerast partur av teimum mongu frítíðartilboðunum, sum okkara børn ganga til.

 

Sum heild er neyðugt at arbeiða við betri integrasjón og betri atkomu fyri tilflytarar til samfelagið, so at tey fáa javnbjóðis atgongd til teirra nýggja heimland.  

 

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái høvi eftir løgtingsvalið 8. desember.

 

X við Javnaðarflokkin

 

X við Kristionnu Winther Poulsen