IOC loyvir ítróttarfólki úr Russlandi og Hvítarusslandi inn í OL hitan

Einstaklings ítróttarfólk úr Russlandi og Hvítarusslandi sleppa at luttaka í OL í París undir uttanveltaðum flaggi, upplýsir IOC.

 

París er vertur fyri næstu olympisku summarleikirnar. (Arkivfoto). - Foto: Charles Platiau/Reuters

Sum einstaklingar sleppa ítróttarfólk úr Russlandi og Hvítarusslandi at luttaka í OL í París næsta summar, um tey kvalifisera seg.

Tað upplýsir altjóða olympiska nevndin IOC í dag á heimasíðuni.

IOC fekk fyrr í vikuna breiðan stuðul til at lata dyrnar upp fyri russiskum og hvítarussiskum ítróttarfólki, og nú er avgerðin tikin.

Tað eru tó treytir við. Til dømis skulu tey luttaka undir uttanveltaðum flaggi undir leikunum, og tey mugu heldur ikki hava nakað samband við herin ella fregnartænasturnar í londum sínum.

Tað skal heldur ikki vera nakar »aktivur stuðul til kríggið« í Ukraina, og tað er galdandi fyri venjarar og møguligar stábslimir.

IOC upplýsti týsdagin, at summarolympiska sambandið, samtakið av olympiskum nevndum (Anoc) og nevndin hjá ítróttarfólkum týsdagin stuðlaði ynskinum hjá IOC um at lata dyrnar upp fyri ítróttarfólki úr Russlandi og Hvítarusslandi.

Mett verður tó, at »bara eitt avmarkað tal« í veruleikan kann kvalifisera seg.

11 av 4.600 ítróttarfólkum, sum fyribils hava kvalifisera seg, eru úr Russlandi ella Hvítarusslandi, skrivar IOC. Til samanberingar hava 60 ítróttarfólk úr Ukraina kvalifiserað seg.

Norðurlendsku ítróttarsambondini hava fleiri ferðir boðað greitt frá, at tey ikki ynskja ítróttarfólk úr Russlandi og Hvítarusslandi, tá støðan í Ukraina ikki er broytt.

Formaðurin í danska ítróttarsambandinum harmast.

– Vit eru langt frá samd um hesa avgerð, men vit hava gjørt, tað sum stendur í okkara valdi og týðiliga gjørt støðu okkara greiða. Nú mugu vit fylgja og og virða tað fólkaræðisligu tilgongdina, sum hevur verið í fleiri liðum.

– Sjálvt um vit eru ósamd í avgerðina um at lata russisk og hvítarussisk ítróttarfólk sleppa við undir uttanveltaðum flaggi, so viðurkenna vit, at tað verður undir ógvuilga strongum avmarkingum.

– Tað er heilt týðuligt, at Russland og Hvítarussland eru í Ë»bad standing« hjá IOC, sum tó hinvegin ikki fullkomiliga útihýsir ítróttarfólkum við russiskum og hvítarussiskum passi, sigru Natorp í tíðindaskrivi.

/ritzau/

 

París er vertur fyri næstu olympisku summarleikirnar. (Arkivfoto). - Foto: Charles Platiau/Reuters