Hvítabjarnir beindu fyri manni sum var til arbeiðis

Tað var ein maður, ið arbeiddi sum teknikari, sum varð álopin av tveimum hvítabjarnum.

Sermitsiaq, sum er grønlendskt blað og heimasíða, visti herfyri at siga, at 17.000 hvítabjarnir eru í Arktis, men tað er undantakið, at hvítabjarnir leypa á fólk.

 

- Men, í summar hevur verið eitt lívshóttandi álop - og herfyri eisini eitt álop, sum fekk deyðiligar avleiðingar fyri ein mann, sum var til arbeiðis, tá bjarnirnar lupu á

 

Í greinini í Sermitsiaq verður sagt, at tað er sjáldan, at hvítabjarnir síggjast á leiðini við grønlendska høvuðsstaðin, Nuuk.

 

- Men, í ár hava óvanliga nógvar hvítabjarnir verið at sæð kring um landið, verður lagt aftrat.

Heimasíðan skrivar um eina óhugnaliga hending, sum fór fram á einum arbeiðsplássi á Brevoort Island við Nunavut í Kanada herfyri.

 

Tað var ein maður, ið arbeiddi sum teknikari í oyðilandi, sum varð álopin av tveimum hvítabjarnum, meðan hann var til arbeiðis.

 

Álopið er higartil ikki lýst í smálutum, men arbeiðsgevarin hjá manninum, sum læt lív, sigur, at myndugleikarnir eru í holt við at kanna umstøðurnar kring álopið.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Reyða stjørnan á kortinum vísir, hvar Brevoort Island við Nunavut í Kanada er.