Ein amerikanskur ríkisborgari, sum luttók í mótmælum móti útbyggingini av jødisku niðursetubygdunum á Vestara Áarbakka, er deyður eftir at hon varð skotin ígjøgnum høvdið av ísraelskum hermonnum.
Tað upplýsir palestinska tíðindastovan Wafa.
Ísraelski herurin sigur seg kanna málið. Í løtuni er eingin reaktión frá amerikansku sendistovuni í Ísrael.
Tann, sum er dripin, er ein kvinna.
- Vit royndu at lívga hana, men tíverri doyði hon, sigur Fouad Nafaa, sum stendur á odda fyri sjúkrahúsinum Rafida í býnum Nablus.
Wafa skrivar, at skottilburðin hendi undir eini mótmælisgongu, sum aktivistar stóðu aftanfyri og sum hevur verið í Beita áður. Talan er um ein bý nærhendis Nablus har niðursetufólk ofta hava framt álop móti palestinum.
/ritzau/Reuters