Jógvan blogger: Takksemi, miskunn og mørk

Jógvan Zachriassen bloggar um árið, ið fór og um árið, sum nú er byrjað

Jógvan Zachariassen er doktari í gudfrøði, tónleikari og rithøvundur. Hann starvast dagliga sum samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík. Hann bloggar her um farna og nýggja árið. 

Enn eitt ár! Nú 2019 er komið, eru lyftini óivað mong, ætlanirnar stórar og hugurin fúsur hjá mongum. Vit vóna, at árið verður gott og at sum mest fæst burturúr. Ein av bestu hættunum at fáa sum mest burturúr, er eftir mínum tykki, at líta aftur og hugleiða um árið, ið fór. At seta spurningar, ið eru umráðandi fyri rannsóknarferð tína inn í árið, ið farið er um bak:

 

Hvussu var árið, ið fór fyri meg? Hvat var gott og vakurt og hvat var trupult og svárt? Hvat gjørdi árið við meg? Hvussu fari eg at enda árið og hvussu fari eg at loyva hjartanum at vaksa bæði í takksemi og vísdómi? Hvat er tað, sum eg á ein hátt kenni, men tó enn ikki havi sett orð á, sum Gud er í ferð við at mynda í lívi mínum?

 

Hetta merkir kanska, at eg skal hyggja at myndum, teldupostum og journalinum frá árinum, ið fór. Kanska kaga gjøgnum kalendaran, mánað fyri mánað, og hugsa um avtalurnar, eg gjørdi. Og síðani at hugsa um persónarnar, eg hitti og hvørja ávirkan og hvønn týdning, teir høvdu á og fyri meg.

 

So kann eg spyrja: Hvørji evni hava myndað seg gjøgnum árið, ið fór? Hvørji mynstur, hvørjar forðingar, hvørjir møguleikar og uppgávur vóru? Tá eg líti aftur, hvat hongur eftir? Hvar kendi eg sorg og pínu? Hvar kendi eg gleði og nøgdsemi? Hvar kendi eg meg útbrendan og skroypiligan…?

 

At líta aftur á árið, sum fór, merkir, at eg haldi bæði takksemi og undran í hondini og seti spurningin: Hvat av tí, sum eg lærdi í fjør, fari eg at taka við mær inn í árið, sum liggur fyri framan? Hvat við hesum komandi árinum, hvat fari eg at gera nú, sum ger, at hugleiðingar mínar á endanum av komandi ári fara at eyðkennast av gleði og nøgdsemi?

 

Um eg skal taka samanum, so má eg staðfesta, at eitt av høvuðsevnunum, ið eyðkenna 2018 fyri meg og míni er sorg. Í 2017 mistu kona mín og eg ikki minni enn trý av foreldrum okkara, og sorgin og saknurin um tey, hevur vitjað regluliga í 2018. Men sjálvt um árið var merkt av sorg, so kann eg tó við takksemi hugsa um, hvussu hetta hevur ment meg. Eg kann gleðast um vísdómin, sum sorgin hevur við sær, tí takksemi og gleðin um alt, sum tey hava lagt eftir seg, eisini eru verulig fyri okkum. Royndir okkara við pínu, sorg og sakni, geva okkum eina tilvitan um ferðina hjá øðrum menniskjum, ið gera sær líknandi royndir við missi.

 

Tá vit so hava hugt aftur um bak, so eru stundir at líta fram og meta um, hvussu vit kunnu taka tað, sum vit hava lært, við okkum inn í nýggja árið. Samstundis við, at eg gleði meg til at finna útav, hvat 2019 goymir til mín, so kenni eg eisini eyðmýkni, tá eg gruni yvir, møguleikar og avbjóðingar, undranir og vónbrót og gleði og sorg, ið fara at møta mær á leið míni, í nýggja árinum, vit eru farin inn í.

 

Trý evni mynda seg í huga mínum. Trý evni, sum eg ynski at taka inn í hetta árið, grundað á tað, sum eg lærdi av árinum, ið fór. Tey eru takksemi, miskunn og mørk. Takksemi fyri lívið, hjúnafelaga, familju, vinir, starv og møguleikar, tí eg kenni so væl saknin um tey, sum eg misti í fjør. Miskunn mótvegis teimum, sum syrgja, sakna og stríðast, tí eg hitti so mong teirra í fjør og hjartað vaks. Og mørk fyri, hvussu nógvar uppgávur eg átaki mær í ár, tí eg ynski at hava meiri orku og stundir til tað, sum er av stórsta týdningi fyri meg.

 

Eg veit ikki hvørji tíni lyfti og hvørjar tínar ætlanir eru fyri 2019, men eg vóni, at tú við endan av árinum fert at taka tær stundir at seta spurningarnar, ið eru umráðandi fyri tína ferð soleiðis, at tað, sum tú setur tær fyri, ikki er eitt skot út í leysa luft, men er grundað á sannar og veruligar lívsroyndir, sum tú hevur tikið tær stundir til at hugsa um og kenna djúpt í sál tíni.

 

Gott nýggjár!