Jákup Brúsá nýggjur aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini

Hann tekur við nýggja starvinum 1. september

Jákup Brúsá, nýggjur aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, sæst her saman við formanninum Hera Kjærbo

Trúboðin skrivar soleiðis í dag:

 

Tann 1. september byrjar Jákup Brúsá í starvi sum nýggjur aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann tekur yvir eftir Andrias Magnussen, ið hevur verið aðalskrivari seinastu 5 árini.

 

Seinastu nógvu árini hevur Jákup rikið sína egnu fyritøku og starvast sum ráðgevi innan talgilda marknaðarførslu og samskifti. Harafturat hevur hann verið undirvísari á Fróðskaparsetrinum og á hægri nám á Glasi umframt at verið nógv umbiðin sum skeiðs- og fyrilestrahaldari. Hann hevur BA útbúgving innan Samskifti og Miðlar og eina MSc. innan Talgilda Marknaðarførslu.

 

Jákup, ið er 36 ára gamal, búsitandi á Argjum saman við konu síni Lív og dóttrini Vón, er ikki ókendur innan kristiliga arbeiði. Hann starvaðist sum ungdómsráðgevi í Heimamissiónini frá 2008-2010. Síðan hevur hann verið parttíðarsett samskiftisfólk í felagsskapinum seinastu 8 árini. Hann er eisini næstformaður í stýrinum og formaður í ungdómsarbeiðinum í Meinigheitshúsinum í Havn.

 

– Eg eri ógvuliga spentur uppá nýggja starvið og síggi stóran týdning í arbeiðinum hjá Heimamissiónini, sigur Jákup. Kristiliga arbeiðið hevur altíð verið eitt hjartamál hjá mær, tí boðskapurin um Jesus Kristus bjóðar menniskjum fyrigeving, frælsi og sálarfrið – og tað hava vit øll brúk fyri.

 

Sjálvbodna arbeiðið hevur fylt nógv í Jákupsa lívi. Hann hevur saman við konu síni verið virkin í nógv ár í ungdómsarbeiði, bæði í Leirvík og nú í Tórshavn. Eisini hevur hann skipað fyri nógvum legum í Nesvík, sjósett og verið ritstjóri fyri ungdómsbíbliulesiætlanini KUMPAS í fleiri ár, verið virkin í KFS-arbeiðinum í sínum studentaárum og í øðrum felagsskapum ígjøgnum árini. Harafturat hevur tónleikur fylt nógv í hansara tænastu, bæði innan Heimamissiónina umframt at hann í fleiri ár var urguleikari í Leirvíkar kirkju.

 

Jákup Brúsá, nýggjur aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, sæst her saman við formanninum Hera Kjærbo