Janus og Dánjal skulu spæla finalur um íslendska meistaraheitið

ÍBV vann eisini triðu hálvfinaluna móti FH

Stórar avbjóðingar og upplivingar bíða Dánjali Ragnarssyni og Janusi Dam Djurhuus.

 

Janus, Dánjal og liðfelagarnir í ÍBV vunnu í kvøld triðu hálvfinaluna móti FH í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, og skulu tí spæla finalur um íslendska meistaraheitið. 

 

ÍBV vann í kvøld á útivølli 31-29 á FH í triðu hálvfinaluni aftaná longda leiktíð. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 27-27. Janus skoraði tvey mál fyri ÍBV.

 

Sostatt vann ÍBV hálvfinaluuppgerðirnar við 3-0.

 

Í finalunum verður mótstøðuliðið hjá ÍBV antin Haukar ella Afturelding. Har stendur á jøvnum 1-1 í hálvfinaluuppgerðunum.