Javnrættindi fyri føroyska landbúnaðin

”Tann føroyski køkurin” er heitið, ið hevur vunnið sær viðurkenning. Hesa æru eiga okkara sera dugnaligu kokkar. Teir duga ikki bera gott gastronomiskt handverk, men hava havt neyðuga ágrýtni og treiskni, ið skal til. Men fiskurin verður fluttur av landinum óviðgjørdur. Neytakjøtið liggur í røð at verða burturbeint á brennistøðunum. So umstøðurnar hava ikki verið góðar.


Føroyingum dáma væl eplir. Vit innflyta áleið 9 tons (9.000 kg) av eplum hvørt samdøgur. Hendan nøgdin svarar árliga til 228 - 40 fót byngjur. Hetta er alt útlendsk eplir, ið fáa nógvan stuðul úr londum, tey verða framleidd í. Eplir vaksa væl í Føroyum


Hvør føroyingur etur áleið 20 kg av neytakjøti árliga. Til samanberingar framleiða vit einans 3 kg pr. íbúgva. Meðan hetta er støðan, avlíva vit stóran part av tarvskálvunum nýkálvaðar. Føroyska kálvakjøtið kostar meira enn dupult so nógv at framleiða, samanborið við tað útlendska. Aftur her liggur størsti munurin í stuðulsskipanum, útlendska framleiðslan fær.


Vit skula ikki stuðla í eyst og vest, men ístaðin fyri at lata standa til, meðan peningurin fossar út av landinum, eiga vit at steðga hesi óndu ringrás við at stuðla framleiðslu innan føroyska landbúnaðin. Tað eru fleiri møguleikar, fóður til søluendamál ella stuðul til nýíløgur, bara fyri at nevna heilt fá burturúr rúgvuni.


Nógv kann gerast fyri sama virðið, ið fer av landinum, uttan at kosta føroyska búskapinum eitt oyra.


Eg havi sjálvur verið við at ment heitið ”Stutt Flutt”, saman við Gásadalsgarðinum. Stuttligt er at síggja, hvussu góð móttøkan er. Eisini úr vinnuni, tí fleiri brúka nú herrópið ”Stutt Flutt”. Heitið sendir eisini góða boðskapin um, at vit hugsa um umhvørvið. Millum annað hava vit selt føroysk eplir í netum, lættsaltað kálvakjøt og feskar búffar av búnaðum føroyskum neytakjøtið í handlinum. Men ikki fyrrenn vit fáa hesi grundleggjandi viðurskifti uppá pláss, eru bert nøkur heilt fá, ið royna. Hesi verða verðandi í byrjanarfasuni, tí hetta er ikki haldført.


Yvirskipað innflyta vit ov nógvan mat. Kanning vísir, at nógvir føroyingar hava tarmsjúkur. Haldføringsevnir og evnir til pakkitilfar eru óivað partur av orsøkini.


Vit vilja verða sjálvbjargin í einum vælferðarsamfelag. Um so var, at deyðsvandin fyri korona var 100%, høvdu øll heimsins lond stongt síni landamørk alt fyri eitt í mánaðir. Tá hevði korona ikki verði størsta hóttanin ímóti livikorum føroyinga, men hungur.


Hetta muga vit fyrihalda okkum til og ein greiður málsetningur má orðast sum skjótast tilber. Vit muga fáa gongd á. Hetta er alneyðugt.

 

Bergur Robert Dam Jensen,

Valevni hjá Javnaðarflokkinum