Jenis er ikki trupulleikin

Øll minnast vit rokið fyri tveimum árum síðan, tá landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum sýtti fyri at stuðla eini filmsverkætlan, tí honum dámdi ikki, at filmurin hevði so nógv banniorð. Ráðgevarar gera eitt tilmæli til landsstýrismannin, hvør filmur skal hava stuðul, og fyrr hevur landsstýrismaðurin altíð fylgt tilmælinum, men tað er ikki eitt lógarásett krav – sum Jenis av Rana vísti í 2020, tá Skúla Scam varð mett at hava ov óhóskandi málburð. Hetta hevði Jenis av Rana fullan rætt til, sum eisini bleiv staðfest av Løgtingsins Umboðsmanni í fjør.

 

Jenis er ikki trupulleikin – skipanin er. Núverandi skipan tryggjar ikki nóg væl armslongdarprinsippið. Vit hava fleiri aðrar almennar stovnar og grunnar, sum veita stuðul, og ein av teimum er Mentanargrunnurin. Í Mentanargrunninum er ein politiskt óheft nevnd á fimm limir, sum avger, hvør skal fáa stuðul. Politiski myndugleikin hevur tískil onki at siga í hesi avgerð. Filmsstuðulin skal sjálvandi skipast eins og Mentanargrunnurin, so stuðulin verður latin sambært eini fakligari meting heldur enn einum persónligum smaki. Eg havi tosað við fleiri listafólk, sum somuleiðis ynskja henda leist.

 

Tað er ikki bara Jenis, sum hevur ein persónligan smak. Tað fara at koma aðrir mentamálaráðharrar í framtíðini, og vit mugu tryggja, at list ikki verður stuðlað eftir persónliga hugburðinum hjá mentamálaráðharranum – uttan mun til um hesin er konservativur, liberalur, tjóðskaparsinnaður, sambandssinnaður, ungur ella gamal. Við núverandi leisti kunnu vit t.d. fáa ein landsstýrismann, sum sýtir fyri at stuðla “kristnari list”. Listin má og skal altíð fevna breiðari enn persónligi stílurin hjá einum landsstýrismanni.

 

Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, fari eg at arbeiða fyri, at filmsstuðul og annar listarligur stuðul verður skipaður soleiðis, at tað verða faklig og ikki persónlig ella politisk atlit, sum avgera, hvør skal fáa stuðul og ikki.

 

Óli Jákup Jacobsen

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin

 

 

 

Um meg:

 

Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6, 4, 2 og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.