Seinnapartin í dag tosaði amerikanski forsetin, Joe Biden, um vápnahvíldina í Gazageiranum, sum kom í gildi fyrr í dag.
- Nú hvílir ábyrgdin at fremja Gaza-avtaluna á umsitingini hjá Donald Trump, segði fráfarandi forsetin.
Tað er í morgin, hin 20. januar, at Donald Trump verður tikin í eið sum amerikanskur forseti, samstundis sum Joe Biden leggur frá sær.
Seinnapartin í dag eru tríggir gíslar - tríggjar ungar kvinnur - leyslatnar.
Hetta eru fyrstu av 33 gíslum, sum skulu leyslatast í Stigi 1 í vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og Hamas.
Tað er www.dagbladet.no, sum ber hesi tíðindi í kvøld.
Lesið eisini:
Tríggjar ungar kvinnur eru leyslatnar í dag - https://www.in.fo/news-detail/hesar-triggjar-verda-leyslatnar-i-dag