Johan Samuelsen til áminningar

Eins nógv vit í Javnaðarflokkinum fegnast, tá nýggjar og ungar kreftir bjóða seg fram í politiska arbeiðinum, eins tungt er tað, tá trúgvir og eldhugaðir stuðlar fella frá. Nú vóru boðini eftir Johan Samuelsen, fyrrverandi lærara í Havn. Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú ein av okkara trúgvu og heilhjartaðu stuðlum í mong Harrans ár hevur lagt árarnar inn.

Johan Samuelsen var rættur havnarmaður, men so sanniliga eisini ein rættur javnaðarmaður. Hann var føddur 11. febr. 1946, og varð hann borin til seinasta hvíldarstaðið júst henda sama dag 77 ár seinni. Hann var sonur Magnus Samuelsen úr Havn og Sannu f. Simonsen av Viðareiði. Hann vaks upp sum yngstur av sjey systkjum úti í Hornabø. Barnaskúlin var sami skúli, sum seinni gjørdist hansara arbeiðsstað øll árini - Kommunuskúlin í Havn. Johan tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969.

Johan giftist við Johannu f. Clementsen úr Elduvík. Tey fingu trý børn Berg, Biritu og Magnus.

Tá Johan var í allarbestu árum, rakti sjúka hann so meint, at hann misti kropsliga førleikan og var síðan bundin til at sita í koyrtistóli. Tá var Johan bert 32 ára gamal. Men hetta slóð hann ikki út, tí hann valdi heldur at liva við lagnuni og at bjóða henni av. Hetta líktist Johan. Hann bardist fyri, at hann hóast skerdar møruleikar, so vildi hann liva og virka á jøvnum føti við øll onnur og røkja sítt borgarliga starv sum lærarari. Við góðum stuðuli serliga heimanífrá, men eisini frá myndugleikunum og skúla kundi Johan inna sítt starv sum lærari til hann í 2005 legði frá sær.

Johan var á ungum árum framúr góður ítróttarmaður serliga innan flogbólt. Tá sjúkan rakti, so legði hann kortini ikki heilt frá sær, tvørturímóti. Hann gjørdist virkin innan ÍSB, sum seinni gjørdist Parasport Føroya. Eisini var Johan virkin innan MBF, sum í dag kallast Megd. Hann vildi, sum bæði rætt og rímiligt er, at eisini tey við avbjóðingum skulu sleppa at íðka og kappast innan ítrótt. Men eisini á samfelagsliga økinum var Johan virkin og sat í mong ár sum limur í Líkningarnevndini og í Skúlaráðnum í Tórshavnar kommunu.

Vit í Javnaðarflokkinum kenna Johan best frá hansara livandi og aktiva leikluti í floksarbeiðinum. Hann møtti til næstan allar fundir, flokkurin skipaði fyri. Men umframt at møta, so var hann altíð aktivur og virkin í orðaskiftinum. Hann hevði sera støðufastar meiningar um, hvussu viðurskiftini í samfelagnum skuldi skipast. Og við teimum lívsroyndum og avbjóðingum annars, sum Johan hevði, so var altíð lurta væl eftir og orðini løgd í geyma. Hóast mangan neyvar og avgjørdar niðurstøður, so taldi hansara loyalitetur mótvegis flokkinum altíð mest. Hann var ikki bert ein stuðul, men hann var ein heilur stuðul.

Men sigast skal eisini, at Johan átti serligu evnini at síggja lívsins viðurskifti í einum ljósum skapi. Hóast lagnan hevði verið honum hørð, so átti hann evnini at vera optimistiskur og positivur.

Næsta ferð flokkurin savnast, so er sessurin hjá Johan tómur. Vit fara at sakna hann sum persón og menniskja, og vit fara at sakna hansara íkast í dagsins kjak. Henda røddin er nú tagnað.

Javnaðarflokkurin sendir Johannu, børnum og familjuni djúpastu samkenslu.

Hvíl í friði - floksfelagin Johan Samuelsen.


Javnaðarflokkurin