Jonas Gahr Støre er á vitjan í Kina

Tað var kinesiski varauttanríkisráðharrin, Deng Li, sum tók ímóti Jonas Gahr Støre, í altjóða floghavnini í Beijing í nátt. 

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, er komin á vitjan í Kina.

 

Á myndini omanfyri hittir hann kinesiska leiðaran, Xi Jinping, í Beijing, har teir báðir taka í hondina á hvørjum øðrum.

 

Hetta er fyrstu ferð síðan 2017, at ein norskur forsætisráðharri er á vitjan í Kina, og vitjanin hjá Jonas Gahr Støre varar í tríggjar dagar.

 

Tað var kinesiski varauttanríkisráðharrin, Deng Li, sum tók ímóti Jonas Gahr Støre, í altjóða floghavnini í Beijing í nátt. 

 

Umframt at hitta kinesiska leiðaran, fær norski forsætisráðharrin eisini høvi at hitta kinesiska forsætisráðharran, Li Qiang.