Kærleikin, ið røkkur til enda Jarðarinnar

Viggo Mortensen hevur ikki bara leikstjórnað amerikanska kovboyfilmin, The dead don’t hurt, men eisini skrivað søguna, framleitt og gjørt tónleikin til filmin, sum hann spælir við í sum danskur tilflytari í 1860’unum.

Danski fjøllistamaðurin, Viggo Mortensen (f.1958), ger aftur vart við seg í eini hugtakandi søgu um tvey niðursetufólk á amerikansku heiðini, Vivienne Le Coudy og Holger Olsen, sum undir amerikanska borgarakrígnum berjast á tveimum hermótinum - fyri lívinum og fyri kærleikanum.

 

Viggo Mortensen hevur ikki bara leikstjórnað amerikanska kovboyfilmin, The dead don’t hurt, men eisini skrivað søguna, framleitt og gjørt tónleikin til filmin, sum hann spælir við í sum danskur tilflytari í 1860’unum.

 

Fyrsti filmur, sum Viggo Mortensen leikstjórnaði, var Falling (2020), har hann lýsti viðurskifti við ein pápa. Kvinnuligur høvuðsleikari í nýggja filminum er Vicky Krieps, sum er fødd í Luksemburg í 1983. Hon hevði høvuðsleiklutin í eysturríkska filminum Corsage (2022), sum Filmsfelagið tá vísti.

 

Hon er sterka kvinnan, Vivienne, sum kastar saman við danska tilflytaranum, Holger Olsen, og tey búseta seg í hansara kroysu í Nevada.

 

Undir borgarakrígnum ger Holger av at stríðast fyri the Union, og Vivienne verður einsamøll eftir í býnum, har ikki bara ein korruptur borgarstjóri ræður, men eisini rancheigarin Alfred og sonurin.

 

Tá kríggið er av, og Holger kemur aftur til býin, er alt broytt.

 

The Dead Don’t Hurt er ein harmasøga, fyrst og fremst um kærleika, men eisini um hevnd og fyrigeving.

 

Filmsfelagið 18/9 kl 20:00 Til verdens ende (The dead don’t hurt Viggo Mortensen USA 2024 129 min)

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##