Amerikanski varaforsetin, Kamala Harris, sigur, at hon fer at vinna forsetavalið hjá flokki sínum og vinna á Donald Trump.
- Eg eri ærað av stuðlinum frá Joe Biden. Eg fari at gera alt, sum stendur í mínum valdi fyri at savna Demokratiska flokkin, savna landið - og vinna á Donald Trump, sigur Harris.
59 ára gamla Kamala Harris er fyrsti kvinnuligi varaforsetin í USA.
Eisini er hon fyrsti svarti varaforsetin. Pápi hennara er úr Jamaica, meðan mamman er indisk.
AFP/ritzau/