Hagstova Føroya skrivar, at kanningin verður gjørd soleiðis, at Hagstovan ringir til 700 tilvildarliga vald húsarhald í Føroyum komandi tríggjar vikurnar. Húsarhaldini svara 16 spurningum um fíggjarlig viðurskifti og teirra metingar um búskapargongdina í Føroyum.
Góður fjórðingur fær endarnar júst at røkka saman
Í seinastu konjunkturkanning, sum varð gjørd í summar og teimum seinastu kanningunum undan henni, var tað áleið ein fjórðingur av húsarhaldunum, ið søgdu seg júst at fáa endarnar at røkka saman. Áleið 60 prosent siga seg spara nakað upp. Hóast stóran prísvøkstur seinastu trý árini, eru tað ikki fleiri, ið siga seg mugu læna pening. Hagstovan kannar nú, hvussu støðan er hesum viðvíkandi í januar 2025.
Aðrir spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri konjunkturbarometrinum hjá føroysku húsarhaldunum.
Konjunkturkanningar fyri vinnurnar
Seinni í januar verða konjunkturkanningarnar fyri tilfeingis-, tænastu-, handils- og byggivinnuna gjørdar. Tá verður spurnakanning send meir enn hundrað útvaldum fyritøkum í Føroyum. Spurningarnir eru ymiskir fyri hvønn vinnubólk, og svarmøguleikarnir somuleiðis. Eftir løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991 er tað lógarkrav at svara.
Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum. Mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tølini eru tí altjóða sambærlig. Enska heitið á konjunkturbarometrinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).
Konjunkturbarometrið gevur ábending um búskaparútlitini
Konjunkturbarometrið er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og hvussu bólkarnir meta um búskaparútlitini.
Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at húsarhaldini viga 20 prosent, og vinnurnar vigar 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og ídnaðarvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.
Finn spurningarnar og grafar á temasíðuni fyri tilfeingisvinnurnar og á síðuni fyri tænastuvinnur, á síðuni fyri byggivinnuna og á síðuni fyri handilsvinnuna.