Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey hava fingið fleiri fráboðanir um prutl, sum koyra alt ov skjótt og sum larma illa og koyra fyrilitarleyst.
Tí gjørdi løgreglan í gjár eitt málrærattað átak, har nógv prutl vórðu steðgað.
– Har vóru tvey mál um bygnaðarbroytingar av prutlum, sum merkir, at tey á ólógligan hátt eru umbygd soleiðis, at tey koyra skjótari enn loyvt er – ella sum vit søgdu fyrr, at tey eru »tunað«, sigur vakthavandi.
Eitt av prutlunum var í so ringum standi, at løgreglan fór avstað við nummarplátuni.
Annars hevur løgreglan eisini kanna ferðsluna við skúlar, men har hevur verið gott skil, og fólk hava verið glað fyri at sæð løgregluna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.