Hann stillar upp fyri flokkin hjá Poul Michelsen, Framsókn, sum sambært stovnaranum ikki fór at taka ímóti fornermaðum fólkum úr øðrum flokkum.
Kári Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, skrivar soleiðis á Facebook:
"Hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar
Eftir at hava hugsa meg um í eina tíð, skal eg hervið boða frá, at eg havi tikið avgerð um at stilla upp á listanum hjá Framsókn til komandi kommunuval tann 12.november.
Eg føli rætt og slætt, at hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar hjá mær at vera í. Harafturímóti passa míni politisku áhugamál væl í Framsókn.
Leiðslan í Framsókn beyð mær vælkomin og komandi tíðina fari eg, saman við øðrum valevnum, at gera valskránna lidna.
Við heilsan
Kári Johansen"