KÍ verður ikki styrkismett

Champions League: KÍ verður ikki styrkismett til 1. umfar

Nú er greitt, at KÍ ikki verður styrkismett til 1. umfar í Champions League. Tað skrivar bolt.fo. Hetta kemur ikki óvart á, skrivar heimasíðan.

 

- Eftir hetta vikuskiftið er greitt, hvørji lið verða styrkismett. Tað hevur leingi verið sannlíkt, at KÍ ikki fór at verða styrkismett og tað er nú endaligt. Í ástøðinum kann KÍ møta eitt nú Slovan Bratislava, Maccabi Haifa ella meistarunum í Turkalandi, sum mest sannlíkt er Galatasaray. Siðvenja er, at dagin fyri lutakastið verða liðini koyrd í bólkar eftir landfrøði, skrivar bolt.fo.

 

Tá er talan mangan um lið úr londunum kring okkum. Nógvar uppgerðir hava verið móti liðum úr eitt nú Finnlandi, Litava og Wales. Tað er eisini her, at KÍ mest sannlíkt finnur sítt mótstøðulið.

 

- Har tykist mest upplagt, at KÍ fer at fáa ein bólk, har mótstøðuliðið verður eitt av Zalgiris (Litava), HJK Helsinki (Finnland), Flora Tallinn (Estland), Shamrock Rovers (Írland) ella The New Saints (Wales), skrivar bolt.fo.

 

Lutakastið til 1. umfar verður 14. juni og dystirnir verða 5. og 6. juli.