Rættilig útskifting var í nevndini í Vága Floghavn, sum hevur havt aðalfund í dag.
Tíggir av nevndarlimunum vórðu ikki afturvaldir, harímillum forkvinnan Kitty May Ellefsen. Hinir báðir nevndarlimirnir, sum ikki vórðu afturvaldir vóru Jóhan í Niðristovu og Uni Danielsen. Kitty May Ellefsen og Johan í Niðristovu hava sitið í nevndini í 12 ár. Uni Danielsen hevur sitið í nevndini seinastu 5 árini.
Í teirra stað eru vald Regin D. Hammer, Jógvan Páll Lassen og Gunn Møller. Eftir fundin hevur nevndin skipað seg við Regini D. Hammer sum formanni.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið skrivar, at ferðafólkatalið í Vága Floghavn setti aftur met í 2018, tá ið 377.813 ferðafólk ferðaðust um flogvøllin. Hetta er ein framgongd í mun til 2017 upp á 10,7% ella 36.425 ferðafólk fleiri. Arbeitt verður alla tíðina við tillagingum, soleiðis at flogvøllurin, farstøðin og tænastubygningarnir lúka tey krøv, sum ferðafólk seta. Harumframt verður hugt eftir møguleikunum at betra enn meira um reglusemið á flogvøllinum.
Bruttoúrslitið fyri 2018 er 35.073.000 kr. ímóti 39.276.000 kr í 2017. Úrslitið eftir skatt er eitt yvirskot upp á 5,3 mió kr. ímóti góðum 9 mió kr. í 2017. Orsøkin til lækkingina er serliga avskrivingar, sum eru øktar við 2,2 mió. kr. samanborið við 2017.
##med2##
Nevndin í Vága Floghavn er nú hendan:
Regin D. Hammer, formaður
Jógvan Páll Lassen, nevndarlimur,
Gunn Møller, nevndarlimur
Oddbjørg Højgaard, nevndarlimur
Sámal Birgir Johansen, starvsfólkaumboð
Tórstein á Steig, starvsfólkaumboð.
Stjóri í Vága Floghavn er Gudny Langgaard.