Kjartan og liðfelagarnir taptu stórt fyri oddaliðnum

Kolstad bleiv ein ov stórur biti hjá Bækkelaget

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget spældu í dag dyst á útivølli í Tróndheimi móti oddaliðnum í bestu norsku hondbóltsdeildini, Kolstad.

 

Kolstad kappast í Champions League, og Kjartan og liðfelagarnir fingu eisini sína søk fyri í Tróndheimi í dag.

 

Kolstad vann stórsigur 42-24. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-12.

 

Kjartan skoraði trý mál og legði upp til fýra mál.

 

Bækkelaget er fjórðaftast í deildini við sjey stigum fyri 13 dystir.

 

Seinasti dysturin hjá Bækkelaget verður á heimavølli, leygardagin 16. desember. Tá kemur liðið hjá Bjarna í Selvindi og Tróndi Mikkelsen, Kristiansand á vitjan. 

 

Eftir tað fer besta norska deildin í vetrar og HM-steðg.