Í samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni í morgun var ikki tað heilt stóra.
Í morgun skrivaðu vit um eina kvinnu, sum um 23.30-tíðina í gjárkvøldið var á veg úr Vestmanna til Havnar í bili.
Men, á landsvegnum oman fyri Kvívík hevði hon koyrt seg fasta í kava.
Átaksleiðarin í økinum, sum kom henni ti hjálpar, var so beinasamur, at hann tók kvinnuna upp í og koyrdi hana til Havnar.
Løgreglan visti eisini at siga um eina bingju, sum um 21-tíðina í gjárkvøldið var farin um koll við fótbóltsvøllin við Margáir í Streymnesi.
At enda var eisini eitt ferðsluóhapp í Klaksvík um 02-tíðina í nátt. Her var tað ein bilførari, sum hevði koyrt á ein parkeraðan bil í Gerðagøtu.
- Her var eingin persónsskaði, men báðir bilarnir fórust so mikið illa, at løgreglan noyddist at taka pláturnar av báðum bilunum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at førarin á bilinum, sum koyrdi á, fór á Klaksvíkar Sjúkrahús til kanningar.
- Men, her vísti tíbetur alt seg at vera í lagi, sigur løgreglan.