Kristiansand leikti javnt á útivølli

Kristiansand er nummar níggju

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld dyst á útivølli móti Fjellhammer í bestu norsku hondbóltsdeildini.

Fjellhammer sum er næstaftast í deildini megnaði javnleik 23-23 móti Kristiansand í kvøld. Í steðginum var eisini javnt. Tá var støðan 12-12.

Tróndur skoraði eitt mál, legði upp til tvey mál og vann liðnum hjá sær eitt brotskast. 

Talan er um fyrsta javnleikin hjá Kristiansand hetta kappingarárið. Kristiansand er nummar níggju í deildini við 13 stigum fyri 16 dystir.

Komandi leygardag klokkan 15 tekur Kristiansand móti Nærbø á heimavølli.