Krogh: Møta fysiskt sterkum liðum - Satchwell: Ein spennandi avbjóðing

Her eru stuttu viðmerkingarnar Peter Krogh og Nicholas Satchwell høvdu um EM-lutakastið hjá føroyska manslandsliðnum

Noreg, Slovenia og Póland í EM-bólki D í Berlin. Soleiðis háttaði EM-lutakastið hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti seg. 

 

11. januar: FØROYAR - Slovenia

 

13. januar: FØROYAR - Noreg

 

15. januar: FØROYAR - Póland

 

Um lutakastið sigur málverjin, Nicholas Satchwell: - Hatta var ikki júst dreymalutakastið, men tað verður spennandi at møta trimum sterkum liðum við einari stoltari hondbóltssøgu. Vit skulu fyrst og fremst standa fyri trimum góðum avrikum, har vit skulu fáa okkara egna spæl at eydnast. Um vit gera tað, so trúgvi eg, at vit kunnu arga hini liðini í bólkinum, serliga Póland, ið ikki er á sama støði sum áður, sigur Nicholas í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Um lutakastið sigur Peter Krogh í stuttari viðmerking til in.fo: - Hetta er eitt spennandi lutakast við nøkrum fysiskt sterkum liðum. Eg havi sagt, at nú tá vit hava vunnið okkum til EM-endaspælið, so skulu vit koppa øllum og vísa, at vit kunnu fáa stig, sigur Peter.