Í gjárkvøldið um 23.30-tíðina gjørdist ein bilur fastur í kavanum á landsvegnum oman fyri Kvívík.
Talan var um eina kvinnu, sum var á veg úr Vestmanna til Havnar.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at líkindini vóru ring, og her var nógvur kavi á landsvegnum.
- Átaksleiðarin í økinum kom kvinnuni, sum var einsamøll í bilinum, til hjálpar og koyrdi hana til Havnar.
Løgreglan heitir á fólk, sum ætla sær at koyra millum bygdir, um ikki at taka sær nøkur óráð fyri í ferðsluni.
- Tað er væl av kava komið niður í støðum, og tað hevur eisini verið væl av vindi, leggur vaktleiðarin aftrat.
Í morgun visti Landsverk at siga, at bert tað eina sporið er opið á Vestmannavegnum tíðliga í morgun.