Lærarar undir trýsti 

Ein fólkaskúlalærari hevur eina samfelagsliga sera týdningarmikla uppgávu, og serliga flokslærarin er í einari lyklastøðu. Men ofta eru teir ovbyrðaðir og mugu raðfesta aðrar uppgávur enn "bara" at undirvísa.

 

Javnaðarflokkurin ynskir at styrkja um leiklutin hjá flokslærarum, og vit skulu hava tvílæraraskipan í øllum flokkum í grunddeildini. Í Føroyum hava vit ta meginreglu, at pláss skal verða fyri øllum børnum í tí vanliga føroyska fólkaskúlanum. Men tá vit ynskja tað, so verða vit eisini noydd at skapa teir bestu karmarnar fyri børnini og lærararnar. Flokslærarin, sum í tí dagliga hevur størstu ábyrgdina av næmingunum, má verða settur væl inn í teir trupulleikar, ið næmingar við serligum avbjóðingum kunnu hava.

 

Hóast serligar avbjóðingar eru fleiri næmingar, ið megna eitt vanligt fólkaskúlatilboð. Men teir næmingar, ið stríðast og ikki megna tað vanliga skúlatilboðið, skulu loftast skjótt og fáa tilboð, sum endurspeglar teirra tørv við serflokkum í sama skúla, har teir framvegis eru knýttir at egnum skúlaflokki.

 

Tað verða tó altíð nøkur børn, ið ikki megna tað tilboðið, og tí skulu vit somuleiðis raðfesta og menna sertilboð/serskúlar, so hesir næmingar fáa eina tilpassaða, virðiliga og mennandi skúlagongd, ið ikki neyðturviliga er á sama matrikli, sum tann vanligi fólkaskúlin.

 

Allir fólkaskúlar hava førleikastovu, har teir smærri skúlarnar tó eru knýttir at størri eindum. Sum partur av førleikastovuni eru m.a lesivegleiðari, serlærari og orðblindalærari. Teir næmingar, ið á ein ella annan hátt ikki megna vanliga skúlatilboðið, ella hava ilt við at nema sær kunnleika,verða knýttir at førleikastovuni og ein loysn verður funnin.

 

Tað eru nógv ár síðani hesar omanfyrinevndu eyka útbúgvingarnar hava verið lærarum í boði at taka. Hetta merkir, at flestu teirra, ið hava hesar útbúgvingar nærkast pensiónaldrinum. Fleiri, ið enn starvast, aftra seg at arbeiða við eykaútbúgvingini, tí ongin viðbót er og tímarnir verða mettir ov lágt. Tað vil siga, at hesi hava førleikament seg, hava brúkt tíð og orku at taka eina útbúgving, ið veruliga ger mun í fólkaskúlanum, men sum ikki verður virðismett.

 

So um meginreglan skal verða, at pláss er fyri øllum børnum í tí vanliga føroyska fólkaskúlanum, so hevur tað týdning, at lærarar framhaldandi kunnu taka slíkar útbúgvingar, ið ger teir førar at manna eina góða og vælvirkandi førleikastovu. Eisini mugu vit styrkja um leiklutin hjá flokslærarum fyri harvið at hjálpa næmingum við serligum avbjóðingum enn betur.

 

Sára Gullfoss,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin