Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava úttikið landsliðið til Nations League dystirnar móti Armenia og Norðurmakedónia seinni í hesum mánaðinum. Teir hava til eitt vist gjørt kollveltandi broytingar, tí nakar av profilunum seinnu árini eru ikki við. Eitt nú Jóan Símun Edmundsson, sum hevur 93 landsdystir.
Poul Kallsberg og Ási Dam eru nýggir á landsliðnum, meðan Páll A. Klettskarð og Hallur Hansson eru tøkir aftur. Hartil hevur Noah Hans Mneney vunnið sær pláss aftur A-landsliðnum.
Sosatt eru fimm nýggj nøvn á listanum. Tvey, sum ongantíð hava verið fyrr í Poul Kallsberg og Ása Dam, tveir, ið ikki hava verið tøkir í seinastuni, Páll A. Klettskarð og Hallur Hansson, og ein, sum hevur vunnið seg upp úr U21-landslinum, Noah Hans Mneney.
Merkisvert er, at Jóan Símun Edmundsson ikki er við. Hann hevur annas verið fastur á landsliðnum í nógv ár. Aðrir, sum ikki hava klárað skerini eru Daniel Johansen, Hannes Agnarsson og Klæmint A. Olsen. Hørður Askham er skaddur.
Hópurin:
Málverjar:
Teitur M. Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (DK)
Verjan:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Jann J. Benjaminsen, B36
Ási Dam, HB
Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson, Fredrikstad FK (Norra)
Noah Hans Mneney, HB
Hanus Sørensen (Uttan felag)
Hallur Hansson, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Norra)
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Poul Kallsberg, Víkingur
Álopið:
Meinhard E. Olsen, Mjøndalen IF (Norra)
Páll A. Klettskarð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ