Vit skulu forða fyri, at ungfólk koma út í eina óhepna ringrás við rúsevnum, kriminaliteti og heimloysi. Nøkur av átøkunum eru betri stuðul til fosturfamiljur, nýtt Barnaheim, tíðarhóskandi fongsul og eitt Ávegishús, sum loftar kriminellum ungum.
Hvar byrjar óhepna ringrásin hjá ungfólki, sum enda í kriminaliteti? Tað er ilt at siga. Tað kunnu vera so nógvar orsøkir, sum spæla inn heilt frá barndóminum, ið kunnu føra ungfólk inn í eina ólukkuliga lívsleið við rúsdrekka, rúsevnum, kriminaliteti, fongsulsrevsing og heimloysi.
Sum samfelag hava vit skyldu til at gera alt, sum stendur í okkara makt at fyribyrgja, at okkara ungdómur endar úti í eini óhepnari ringrás. Hendir skaðin kortini, mugu vit somuleiðis gera okkara ítarsta at fáa vent gongdini.
Vit kunnu fyribyrgja og lofta nógv betur, enn vit gera í dag. Lyklaorðið er, at innsatsurin má vera samanhangandi. Og tað er hann ikki í dag.
Seta inn tíðliga
Fleiri føroysk børn og familjur eru í teirri ólukkuligu støðu, at børnini í styttri ella longri tíðarskeið verða flutt heiman, antin til fosturfamilju ella á stovn.
Innsatsurin koyrir ofta í tveimum og er lítið samanhangandi: Barnið fær hjálp á stovni og foreldrini heima, uttan at hetta verður samskipað og er tí ikki altíð fremjandi fyri, at barnið kemur heimaftur, sum altíð eigur at vera málið.
Bæði barn og foreldur verða ofta slept upp á fjall. Besti innsatsurin hevði verið at sett nógv meira inn tíðliga í heiminum við stuðli og aðrari uppbyggjandi og vegleiðandi hjálp til foreldrini.
Eitt Familjuhús í dagtímunum hevði verið eitt gott og fyribyrgjandi átak. Eitt stað, har foreldur saman við øðrum foreldrum kunnu koma saman um sosial ting, máltíðir, undirvísing, sparring, upplæring í foreldraleiklutinum og menning annars.
Barnaheim og styrkja familjurnar
Eisini mugu karmarnir rundan um fosturfamiljurnar styrkjast, soleiðis at hesar familjurnar hava neyðugu orkuna at taka sær av týdningarmiklu og ofta avbjóðandi uppgávuni at hava eitt barn til fosturs. Fosturfamiljurnar mugu hava betri løn, ja eina løn sum fylgir tørvinum hjá barninum. Og sjálvandi mugu fosturfamiljur fáa regluliga umlætting, har tørvur er á tí. Reglulig supervisión og sparring eigur sjálvsagt at standa teimum í boði eisini.
Foreldur og fosturforeldur mugu hava bestu umstøður, tí tað er barnið, tað snýr seg um. Barnið má hava tryggar umsorganarpersónar, sum orka og megna hesa umráðandi uppgávuna.
Sosiali innsatsurin má hanga betri saman, so sannlíkindini fyri at útsett børn og foreldur koma so heil út aftur, eftir at eitt barnaverndarmál er byrjað.
Ein týdningarmikil liður í einum samanhangandi og fyribyrgjandi innsatsi fyri útsettar familjur er eitt nýtt Barnaheim, sum er bygt til endamálið. Og har námsfrøðiliga fakliga styrkin er savnað á einum og sama stað. Í fleiri ár hevur verið tosað um eitt nýtt barnaheim, men enn er onki hent. Hetta má fáast upp á pláss skjótast gjørligt.
Ávegishús hjálpir á veg
Okkum vantar eisini samanhangandi innsats og hóskandi umstøður, tá ið tað snýr seg um ung, sum enda í kriminellari ringrás, eitt nú við rúsevnum. Tey fáa dóm og enda í fongsli. Er talan um langa fongsulsrevsing, mugu tey sita dómin í Danmark, tí umstøður eru ikki í Føroyum til langtíðarfangar.
Í donskum fongsli eru føroysku fangarnir rættiliga avskornir frá familjuni, sum í nógvum førum ikki hevur ráð at vitja tey. Tíðin í fongslinum gerst passiv og lítið uppbyggjandi. Ongin skúli. Ongin útbúgving. Og tá fongsulsrevsingin er liðug, fer tann ungi ofta út aftur í sama umhvørvi við kriminaliteti, rúsevnum og ofta ongum bústaði.
Verandi umstøður bara fasthalda tann revsaða í eini óndari ringrás.
Skapast skal eitt samanhangandi tilboð, sum kann fáa hesi ungu at koma heil út aftur sum góðir samfelagsborgarar. Her kundi eitt sonevnt Ávegishús vera ein týðandi partur í resosialiseringini. Eitt Ávegishús kann skipast sum eitt samstarv millum kriminalforsorg, viðgerðarstovnar og psykiatriina, har endamálið er at fyrireika tann unga at fara út aftur í samfelagið.
Nýtt fongsul
Sum løgtingslimur havi eg í samstarvi við onnur arbeitt nógv fyri at fáa eitt nýtt og tíðarhóskandi fongsul í Føroyum, tí verandi umstøður í arrestini í Mjørkadali eru óvirðiligar fyri bæði fangar og starvsfólk. Stríðið hevur givið úrslit, tí ríkismyndugleikarnir og landsstýrið skrivaðu fyrr í ár undir eina yvirlýsing um at byggja nýtt fongsul í Føroyum, sum skal vera liðugt í 2030. Eitt stórt framstig, sum fer at bøta nógv um korini hjá føroyskum fangum.
Vit skulu tó ikki bíða til 2030.
Samstarvið um eitt Ávegishús kann byrja beinanvegin, soleiðis at vit fáa loftað hesum partinum av okkara ungdómi, sum er komin illa fyri. Hetta snýr seg um raðfestingar og at myndugleikar og felagsskapir samstarva.
Djóni Nolsøe Joensen
Valevni fyri Javnaðarflokkin