Tað upplýsir franski ákærumyndugleikin.
Kanningin gongur fleiri ár aftur í tíðina.
Ákærin í París lat málið upp í desember í 2016. Endamálið var at gera greitt, um flokkurin hjá Le Pen, sum tá æt National Front, hevði brúkt pengar, sum skuldu brúkast til hjálparfólk í ES tinginum, til í staðin at gjalda fyri starvsfólk, sum arbeiddu fyri flokkin.
ES politikarar fáa pengar til útreiðslu sum til dømis hjálparfólk. Men tað er ikki ætlanin, at pengarnir skulu brúkast til floksútreiðslur.
Flokkurin hjá Le Pen, sum í dag eitur Tjóðskaparligi Savningarflokkurin, vísir øllum ákærum rá sær, upplýsir flokkurin.
/ritzau/Reuters