Lesandi funnið nýggja klukku í Sandoynni

Í hesi vikuni hava lívfrøðilesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verið á kanningarferð í Sandoynni, har tey funnu eina klukku, sum ikki áður er sæð í Føroyum.

 

Alt millum himmal og jørð kann henda, tá ein lesur lívfrøði, og tað ásannaðu lesandi á Náttúruvísindadeildini hesa vikuna, tá tey vóru á kanningarferð í Sandoynni, skrivar setur.fo.

 

Tey kalla tað feltskeið, og tey lesandi settu skordýrafellur ymsastaðni kring oynna.

 

Í fellunum, ið vóru kannaðar mikudagin, funnu tey eitt nýtt slag av svartaklukku (Carabidae). Hendan slektin, ið kallast Dyschirius, er ikki funnin í Føroyum áður.

 

Enn hava tey ikki staðfest, hvat slag hendan svartaklukkan er, men klukkur í hesi slektini eru umleið fimm millimetrar langar, eru mjáar um miðjuna og hava staput frambein at grava við.

 

Allarflestu sløgini í hesi slektini liva í sandmold tætt við sjógv. Har grava tær holur at liva í og veiða smáar skildisklukkur.

 

Fleiri myndir koma seinni, tá tey við vissu hava staðfest slagið.

 

##med2##

 

Lesandi á Náttúruvísindadeildini á lívfrøðiligari kanningarferð í Sandoynni

 

 

 

Hendan kanningarferðin verður skipað í samstarvi við Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av undirvísingini um skordýr. Hendan nýggja klukkan, sum funnin er, verður givin Tjóðsavninum til víðari kanningar, skrivar setur.fo.

 

Til ber enn at søkja um lestrarpláss á lívfrøðiútbúgvingini á Setrinum.

 

Umsóknarfreist er á midnátt 1. juli.

 

Lesið meira um tað her.