Nykøbing Falster skal spæla Final Four leygardagin

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster eru í Graz í Eysturríki hetta vikuskiftið fyri at spæla Final Four í EHF European League

Í morgin klokkan 17 fer føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen at royna nakað eingin annar føroyskur landsliðsleikari hevur roynt.

 

Saman við liðfeløgunum í Nykøbing Falster er Annika í Graz í Eysturríki fyri at kappast í Final Four í EHF European League.

 

Klokkan 17 í morgin spælir Nykøbing Falster hálvfinalu móti týska liðnum, Dortmund.

 

Sambært veddingarfyritøkunum hevur Dortmund eina lítla favorittstøðu. 

 

Klokkan 14.30 byrjar hin hálvfinalan, ið er millum Herning-Ikast og týska liðið, Thüringer. Sostatt er talan um tvær týskar-danskar uppgerðir. 

 

Sunnudagin vera finalan og dysturin um triða plássið leiktir.

 

##med2##