Liðið hjá Ingibjørg vann seg í finaluna aftaná longda leiktíð

Fimta hálvfinalan millum føroyingaliðini, ÍBV og Haukar mátti til longda leiktíð áðrenn ein vinnari var funnin

Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV eru steypavinnarar, og nú fáa tær eisini høvið at vinna íslendska meistaraheitið.

 

Í kvøld vann ÍBV seg í finalurnar aftaná sigur á Haukum, ið hevur Natasju Hammer á liðnum. 

 

Fimta hálvfinalan, ið var leikt úti í Heimey í kvøld endaði við javnleiki 22-22 aftaná vanliga leiktíð. Í longdu leiktíðini var ÍBV greitt omaná og vann 27-23. Natasja skoraði eitt mál fyri Haukar í kvøld.

 

Í finalunum møtir ÍBV sama liðnum tær spældu steypafinalu ímóti, nevnliga Vali.