Týska steypafinalan í Lanxess høllini í Köln í morgin klokkan 14.35 verður tíverri ikki ein uppgerð millum Havnina og Hoyvík.
Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen, Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt taptu bæði sínar dystir við fimm málum.
Füchse Berlin tapti 25-30 fyri krútsterka liðnum, Magdeburg. Magdeburg var á odda 14-10 í steðginum.
Flensburg-Handewitt var sambært veddingarfyritøkunum rættiliga greiður favorittur at vinna á Melsungen.
Men Melsungen framdi nakað av einari steypasensasjón við at vinna 33-28 á Flensburg. Í steðginum var Melsungen á odda 16-11.
Jóhan skoraði eitt mál fyri Flensburg.
Í morgin klokkan 11.45 spæla Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt um triðja plássið, ið vanligt er tá talan er um Final Four leistin.
TV3 Max á Televarpinum vísir dystin um triðja plássið. TV3 Max vísir eisini steypafinaluna millum Magdeburg og Melsungen.