Ein lítil rúmdarsteinur - ella ein asteroida - fer at raka jørðina í kvøld.
Evropeiski rúmdarstovnurin (ESA) sigur, at steinurin fer at detta niður úti fyri strondini á Filipsoyggjunum klokkan 18.40, norska tíð.
Norska kringvarpið - NRK - er millum útlendsku miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í dag.
Sagt verður, at rúmdarsteinurin fer at spreingjast í lofthavinum og fer tískil ongan skaða at gera á jørðini.
Steinurin er 1,6 metrar í tvørmát og fer at síggjast sum ein sterk ljósglæma á himmalinum.
Útlendskir miðlar skriva, at hetta er níggjundu ferð, at stjørnufrøðingar avdúka slíkar steinar, áðrenn teir koma inn í lofthavið.