Í løtuni arbeiðir løgreglan við einum máli, sum tók seg upp í miðbýnum í Havn beint eftir midnátt í gjárkvøldið.
- Talan er um eitt mál, har onkur møguliga er sligin. Málið verður kannað, men enn vita vit ikki, um hetta verður til eitt harðskapsmál.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um tveir persónar, sum vóru úti í býarlívinum í Havn í nátt.
Løgreglan sigur, at avhoyringar skulu gerast, og seinni vita tey helst nærri at siga, hvussu hetta málið úr náttalívinum tekur seg út.