Stefan loksins við á liðnum hjá Sligo frá dystarbyrjan

Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers taptu á útivølli

Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum slapp Stefan Radosavljevic at byrja inni í einum dysti fyri Sligo Rovers. Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er tað at fegnast um. 

 

Stefan fekk 78 minuttir á vøllinum, tá Sligo Rovers í dysti á útivølli í bestu írsku fótbóltsdeildini tapti 1-3 fyri Drogheda.

 

Sligo Rovers fekk annars eina dreymabyrjan. Longu í sætta minutti legði William Fitzgerald Sligo á odda 1-0. 

 

Drogheda javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og í seinnu helvt av seinna hálvleiki skoraðu teir tvey mál, og vunnu harvið dystin 3-1.

 

Sligo er nummar sjey í deildini við 14 stigum.

 

Mánakvøldið klokkan 20 møtast Sligo Rovers og Drogheda aftur. Hesaferð á vøllinum hjá Sligo.