Ein av stóru trupuleikunum við manglandi umsøkjarum til heilskúlan í Suðuroynni er, at skúlin liggur ov langt frá fjøldini.
Hetta er eftir míni meting ein av høvuðsorsøkunum til, at tað einans vóru fimm umsøkjarar til Heilsuskúlan í ár. Við tí átrokandi tørvinum á heilsustarvsfólkum vit longu hava í Føroyum, og sum bert verður veksandi tey komandi árini, grundað tær demografisku broytingarnar vit síggja í samfelagnum, er tað av stórum týdningi, at vit gera útbúgvingarmøguleikarnar innan økið meir atkomiligar.
Mín áskoðan er tískil, at vit skulu fáa lagt skúlan her í miðstaðrøkinum, sum er fyrsta treytin fyri at fáa fleiri at søkja inn á skúlan og harvið fáa fleiri útbúgvin heilsustarvsfólk at loysa nakrar av teimum átrokandi trupulleikunum vit síggja innan eldraøkið.
Kári Johansen, býráslimur
Tórshavnar kommuna