EM: Luke Shaw er klárur aftur hjá Onglandi

Ongland spælir móti Slovenia í kvøld klokkan 20

Í kvøld klokkan 20 eru seinastu dystirnir í innleiðandi EM-bólki C.

 

Ongland møtir Slovenia, og Danmark møtir Serbia. 

 

Ongland hevur fýra stig, Slovenia og Danmark hava tvey stig hvør, og Serbia hevur einki stig.

 

Hjá Onglandi sum hevur fingið nógvar atfinningar eru gleðilig tíðindi at frætta. 

 

Luke Shaw sum hevur verið uttanfyri við skaða hevur vant við hópinum í seinastuni, og hann er klárur at koma inn í dystinum móti Slovenia. 

 

Tað kom óvart á fleiri, at Gareth Southgate valdi Luke Shaw til EM-hópin, tá hann hevur verið so nógv uttanfyri við skaða farna kappingarárið. Luke Shaw spældi bara 15 dystir fyri Manchester United í farna kappingarárinum.