Martin Dam Jacobsen 80 ár og still going strong

Ein av undangongumonnunum í bilavinnuni í Føroyum, Martin Dam Jacobsen, fyllir í dag ár. Hann er framvegis til arbeiðis hvønn dag á verkstaðnum hjá Norðbil við Oyggjarvegin í Havn

Í dag, 4. mai, fyllir Martin Dam Jacobsen 80 ár.

Í dag, 4. mai, fyllir Martin Dam Jacobsen í Havn 80 ár. Martin er kendur úr bilavinnuni, sum hevur fylt alt vaksnamannalívið hjá honum.

 

Hann er sonur Frits Jacobsen úr Havn og Lilly Dam Jacobsen úr Skopun. Hon var dóttir Óla Kristian Dam úr Kollafirði og Sáru Mariu, sum var av Heygum í Vestmann. Lilly var systir Petur Mohr Dam, løgmann. Frits var sonur Gøtu-Anton.

 

Martin, sum er uppvaksin í Hornabø í Havn, fann sær konu úr heimbygdini hjá mammuni, í Skopun. Hann er giftur Sannu, fødd Lognberg. Hon er dóttir Sámal Petur og Jóhonnu Lognberg í Skopun – systir fyrrverandi løgtingsmannin Gerhard Lognberg.

 

##med2##

 

Martin lærdi til bilmekanikara hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu í Havn. Nakað eftir at hann var útlærdur fekk hann sær verkstað í kjallaranum í húsum sínum í Hornabø, og síðst í sekstiárunum fór hann at selja BMW­bilar.

 

Fyrst í 70'unum fekk hann eisini umboð fyri Skoda og Honda. Við bilasølu, verkstað og eykalutagoymlsu helt fyritøkan til í Hornabø til 1984, tá flutt varð niðan í nýggja bygningin við Oyggjarvegin.

 

Tá bygnaðarbroytingar vórðu framdar millum BMW og Honda í Danmark í 1989, læt Norðbil BMW­umboðið frá sær, og Bilfríðkan hjá Ludvík Petersen tók yvir. Tað hevur helst ikki dámt Martini, sum var ímyndin av BMW í Føroyum, at hann mátti lata BMW frá sær. Men tað gingu nøkur ár, so kom BMW í Føroyum aftur á slóðina, tá Norðbil keypti Bilfríðkan, sum fekk navnið Nordcar, sum seinni hevur fingið nýggjar eigarar og navn, Komfortbilar.

 

##med3##

 

Hóast Martin Dam Jacobsen nú er áttati, so er hann enn til arbeiðis hvønn dag, hóast synirnir Birgir og Frits hava tikið yvir – og eru farnir í byggjvinnuna við felagnum Mark, sum eigur 176 leiguíbúðir á Argjum, í Marknagili og við Oyggjarvegin.

 

Og fyrsti maður á verkstaðnum hvønn dag er Martin. Tá klokkan er hálvgum átta, so situr hann har og kannar post og annað. Hann fer frá húsum um sjeytíðina á morgni. Leiðin gongur niðan á Posthúsið, har hann heintar sær postin – og fær eitt hugnaligt prát við hinar morgunmenninir, sum eisini heinta postin so tíðliga á morgni. So fer hann framvið hjá Magn á Ringvegnum, keypir sær eitt smurt rundstykki við osti og ein kaffimunn, áðrenn hann koyrir niðan á Oyggjarvegin.

 

Hóast hann ikki er stjóri longur, so røkir hann nógvar uppgávur, sum fyri synirnar eru gullverdar. Í nógv ár hugti hann eisini til bátin á vestaru vág í Havn, men hann hevur selt partin í bátinum.

 

Martin og Sanna eiga fýra synir: Birgir, Frits, Sólfríður og Jeann. Abbabørnini eru fýra í tali, eins og langabbabørnini eisini eru fýra, og tað fimta er á veg.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

 

Í dag, 4. mai, fyllir Martin Dam Jacobsen 80 ár.

Martin Dam Jacobsen saman við synunum Frits og Birgir

Tveir trúgvir kundar hjá Martini vóru systkinabørnini hjá honum, børðurnir Atli Dam og Signar Dam. Teir koyrdu í BMW, so leingi Martin seldi BMW. Hendan bilin á myndini keypti Signar Dam, kommunulækna á Tvøroyri, frá Martini í 1974. Martin Heinesen í Hoyvík keypti hendan nú 44 ára gamla BMW'in frá Signari og setti hann í stand, so hann er sum spildurnýggjur

Myndatekstur: Bilavirksemið hjá Martini Dam Jacobsen byrjaði við verkstaðnum í kjallaranum í heimi hansara í Hornabø fyri umleið 50 árum síðani. Nú fevnir tað um tvær bilasølur sum selja níggju bilmerki

Lýsingar frá sjeytiárunum

BMW frá 1981 og Skoda frá 1977

»Ein SKODA kann frá nú av fáast við radio og bandspælara« - lýsing frá 1977