Suðuroyartunnilin kemur. Somikið langt eru vit komin, nú partafelag er stovnað.
Men hvussu gera vit, meðan vit bíða?
Fyri hvønn dag, ið gongur, verður Smyril eldri og fer at krevja fleir og fleir ábøtur. Tí má arbeiðast miðvíst fyri at finna eina nøktandi loysn.
Stjórin í SSL ger okkum tað klokkuklárt, at vit eru noydd at fyrihalda okkum til tann veruleika, at Smyril ikki megnar at klára leiðina til tunnulin er klárur.
Leiðslan í SSL má fáa fríari teymar at gera langtíðar løgur, so útskifting av verandi flota og víðlíkahald av verandi flota kunnu raðfestast. Verandi skipan er alt ov stirvin og bindur niður leiðsluna, so hon ikki kann stinga út í kortið, hvønn veg skútan skal sigla.
X við lista A
Frits Strøm