Mentan er ikki ein útreiðsla!

Føroysk list og mentan skal stimbrast, og tí er neyðugt við stuðli frá bæði tí almenna og tí privata.

 

 

 

Sambandsflokkurin vil eggja filmsframleiðslu í Føroyum, og tí vilja vit m.a. hækka afturberingina til filmsvinnuna úr 200.000 tús. kr. til 4 mió. kr.

 

 

 

Mentan verður umtalað sum ein útreiðsla, men eg haldi tað vera týðiligt, at hon eisini er ein inntøkukelda. Dømið um hetta er ferðavinnan, har okkara serliga og dugnaliga matmentan saman við øðrum mentanarligum upplivingum, sum seinastu árini veruliga hava tikið dik á seg, er við at fáa ferðafólk til Føroyar.

 

 

 

Farna valskeið byrjaði Sambandsflokkurin verkætlanina um Tjóðleikahúsið - hetta arbeiðið skal halda fram, tí tað er týdningarmikið, at okkara listafólk hava nøktandi karmar at virka út frá.

 

 

 

Sambandsflokkurin hevur og fer framvegis at skapa møguleikar og karmar fyri listarfólk og føroysku mentanina.

 

 

 

Johan Dahl

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið