Útnorðurráðið arbeiðir áhaldandi við at seta sjóneykuna á tey trý londini í útnorðri – Ísland, Grønland og Føroyar – og hesa ferð var høvi hjá formanninum at greiða frá arbeiðinum í ráðnum, og á hvønn hátt tey samstarva um felags viðurskifti.
Tiltakið, sum varð skipað í samstarvi millum íslendsku ambassaduna, grønlendsku sendistovuna í Washington DC og føroyska Uttanríkis- og vinnumálaráðið, varð væl vitjað. Umboð úr amerikonsku kongressini var millum tey luttakandi, umframt vinnulívsfólk, mentanarumboð og diplomatar úr øðrum londum.